TT

Fólkadansur – familjudansur: børn og vaksin dansa saman

20.10.2026

Kom og dansa fólkadans sunnudagin, 15. november 2026, kl. 15 -16 í auluni í Vágs skúla!  Ókeypis atgongd.

Tað er ikki neyðugt at duga ella at hava dansað fólkadans frammanundan, tí undirvíst verður í øllum dansunum.

Sharon Weiss stendur fyri dansiundirvísing, og har verður livandi tónleikur. Kristian Blak, saman við øðrum tónleikarum, spælir.

Annars verður orkestrið eitt ”opið orkestur,” har aðrir tónleikarar á ymsum støði, sum hava hug at royna seg, sleppa at taka lut eftir førimuni. Nótahefti fæst á staðnum ella við at skriva til sharonweissfaroes@gmail.com

Fólkatónleikarafelagið skipar fyri tiltakinum.


Deil á facebook