Kom og lær at gera ein hestahala ella at flætta hár
Leygardagin 10. oktobur verður eitt heldur øðrvísi – men sera viðkomandi og hugnaligt – tiltak í Miðlatúni. Tá fáa pápar høvi at læra at flætta hár ella gera ein hestahala hjá døtrunum.
Til tiltakið kemur hárfríðkanarkvinnan Edith Djurhuus frá Edits'a at læra páparnar ymiskar hættir at gera hestahala og flætta hár. Tað verður læruríkt og helst eisini eitt sindur av skemti, tá páparnir fáa hendur á hárbustinia og royna seg.
Ein hugnaligur og stuttligur dagur
Tiltakið varð eisini í 2021, og tá var talan um ein sera væleydnaðan dag. Páparnir lærdu millum annað at gera bæði ta siðvandu tríggjalokka-flættuna og fiskaflættuna, meðan døturnar fingu okkurt søtt og sjálvandi eisini hjálptu eitt sindur til.
Tiltakið fekk nógva positiva umrøðu. Kvinna hevði eitt innslag um tiltakið á heimasíðu síni, og Góðan morgun Føroyar í Kringvarpinum setti sjóneykuna á hárflættandi páparnar í Vági. GMF bæði útvarpaði og stroymdi frá, meðan tveir útvarpsmenn royndu seg við flættunum – júst sum páparnir í Miðlatúni.
Tiltakið hevði eisini áhuga úr akademiska heiminum. Ein kvinna, sum var í gongd við serritgerð sína í antropologi á lærda háskúlanum í Aarhus, var til staðar fyri at eygleiða og tosa við páparnar. Serritgerðin snúði seg um faðirskap, og tí var tiltakið í Miðlatúni eitt áhugavert høvi at tosa um leiklutin hjá pápunum í gerandisdegnum.
Ein partur av ABC-vikuni
Tiltakið er ein partur av ABC-vikuni, sum Heilsustýrið skipar fyri. Vágs kommuna er samstarvsfelagi hjá Heilsustýrinum í ABC-verkætlanini fyri sálarliga heilsu.
ABC snýr seg millum annað um at verða virkin, vera saman við øðrum og gera okkurt, sum gevur meining – og tað er júst tað, okur fara at gera leygardagin.
Hetta mást tú hava við:
- Eina gentu – modellin
- Hárbust, hár-elastikk, spennir o.a.
- Gott mót, dirvi og tol
- Okur byrja leygardagin 10. Oktobur frá kl 11-00-13.00
Og sum nakað eyka: Okur luta tvey gávukort til barnaklipp hjá Edit´sa millum allar hár-modellirnar, sum koma við pápunum. Og ein kaffimunnur verður eisini at fáa.
So, pápar – takið prinsessuna við, kom í Miðlatún og lær at temja lokkarnar, so tú ert klárur næstu ferð, dóttirin biður um eina flættu ella hestahala.