TT

ABC vikan í Vági - 5. - 11. oktobur

01.10.2026

Frá 5-11. oktobur verður ABC vikan í Vági. Hetta er ein vika, har okur fara at seta sjóneykuna á sálarligu heilsuna. Tað er eitt heilsuátak sum Heilsustýrið skipar fyri saman við øðrum ABC samstarvsfeløgum.

Tað eru fleiri tiltøk á skrá, bæði rørslutiltøk við Hvistuni, spøl, hondarbeiði við Dagsglæmu, svimjing í Páls Høll og gongutúrur.

Í ár fara okur aftur at skipa fyri einum meira stuttligum tiltakið, nemliga “Lær at gera hestahalar & flætta hár” sum er ætlað pápum sum ikki heilt hava stýr uppá akkurát tann partin. Tað er salong Edit´sa sum sipar fyri.

Øll skráin kann takast niður her.                     

Vágs Kommuna er samstarvsfelagi hjá Heilsustýrinum.


Deil á facebook