TT

Barnaverkætlan heldur fram og netverksamskiparin gerst ein varandi tænasta

30.09.2026

Á býráðsfundi mánakvøldið samtykti býráðið, at barnaverkætlanin og her í starvið sum netverksamskiparin gerast ein varandi tænasta í Vágs Kommunu.

1. mars 2025 varð hol sett á barnaverkætlanina – eitt samstarv millum Vágs Kommunu og táverandi Barna- og útbúgvingarmálaráðið, nú Mentamálaráðið. Verkætlanin bygdi á eina longri tilgongd og fyrireiking í kommununi, og longu hálvtannað ár inn í trý ára royndarverkætlanina er staðfest, at barnaverkætlanin og leikluturin hjá netverksamskiparanum eru týðandi liðir í arbeiðinum at betra um umstøðurnar hjá, stuðla og hjálpa børnum út frá teirra tørvum og familjum teirra.

Samstundis hevur verkætlanin týdning fyri tænasturnar rundan um børnini og familjurnar, herundir dagstovnaøkið, barna- og ungdómsøkið og fólkaskúlan í lokalsamfelagnum, umframt aðrar almennar tænastur.

Samtyktin hjá býráðnum merkir, at barnaverkætlanin, sum upprunaliga varð sett í verk sum ein trý ára royndarverkætlan, heldur fram og starvið sum netverksamskipari gerst ein varandi tænasta í Vágs Kommunu.

Borgarstjórin Bjarni Johansen er somuleiðis sera fegin um, at býráðið samtykti at halda fram við arbeiðinum. Tað gevur verkætlanini møguleika at halda fram við góðu gongdini og at menna arbeiðið enn meira til frama fyri børn og ung í Vágs Kommunu.

Arbeiðið í sjálvari barnaverkætlanini heldur fram sum ætlað. Arbeitt verður víðari tvørgeirða og fyribyrgjandi og stuðlandi, við átøkum fyri børn og familjur teirra í samstarvi við viðkomandi almennar tænastur. Eisini verður arbeitt víðari við at tillaga kommunalar tænastur, so tær í størri mun eru lagaðar til tørvin í dag og endamálinum við barnaverkætlanini.


Deil á facebook