Starvsfólk til bingjuplássið – tíðaravmarkað árið út
Vágs Kommuna søkir eftir einum røskum og álítandi starvsfólki til bingjuplássið á Oyrunum. Starvið er 10 tímar aðruhvørja viku, við møguleika fyri at arbeiðstíðin kann verða longd.
Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan er at hava umsjón við bingjuplássinum og moldgoymsluni hjá kommununi. Arbeiðið fevnir millum annað um at:
- taka ímóti og vegleiða borgarum, sum koma á bingjuplássið
- tryggja, at burturkast verður skilt og lagt í røttu bingjurnar
- halda bingjuplássið og moldgoymsluna ruddilig og væl skipað
- hava eftirlit við økinum og boða frá, um tørvur er á tøming, viðlíkahaldi ella øðrum
- loysa aðrar smærri uppgávur, sum hoyra til raksturin av økjunum
Okur vænta, at tú
Ert røkin, álítandi og fyrikomandi. Tú dugir væl at samskifta við fólk og kanst arbeiða sjálvstøðugt. Tað er umráðandi, at tú hevur hug at halda økið reint og væl skipað og kanst vegleiða borgarum á ein vinarligan og greiðan hátt.
Arbeiðstíð og setan
Starvið er 10 tímar aðruhvørja viku. Møguleiki er fyri, at starvstíðin seinni kann verða longd. Bingjuplássið er opið soleiðis: Mánadag, ónsdag og fríggjadag kl. 17:00 – 19:00 og leygardag kl. 14:00 – 18:00.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir verður send umvegis HR-skipanina her. Freistin at søkja er 6. oktobur 2026. Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Linn M. Augustinussen, tekniskurleiðari, á telefon 239302 ella umvegis teldupost linn@vagur.fo.