Nýtt skeið í kvøldskúlanum: Rættstaving í føroyskum
22.09.2026
Skriva rætt á føroyskum
Er føroysk rættskriving ein partur av tínum arbeiðsdegi? So er hetta skeiðið nakað fyri teg.
Á skeiðnum verður ljós varpað á stavsetingarvillur, ið vanliga eru í skrivligum avrikum. Stava og set komma rætt og lær eitt nú at lúka “ð” villur o.a. úr skriftmálinum. Tú lærir rættstaving og málreglur í føroyskum.
Eitt upplagt skeið til stovnar og skrivstovfólk, sum dagliga skriva føroyskt og senda út brøv, kunning o.a. Lær reglurnar og ger færri villur, so tín tekstur er rættur.
Skeiðið er eisini ætlað til fyritøkur, sum vilja styrkja føroyska málið á skrivstovuni.
Tilmelding til kvøldskúlan kann gerast her:vagur.fo/kvoldskulin