TT

Nýggi skúlabygningurin kann nú gerast veruleiki

21.09.2026

Fyrr í ár varð kunngjørt, at MAP Arkitektar vunnu arkitektakappingina um nýggjan skúlabygning hjá Ítróttaháskúlan í Vági. Nú er næsta stóra stigið tikið, tí helmingin av fígging er fingin til vega. Nú væntast bert fíggingin frá landinum, so skúlabygningurin kann gerast veruleiki.

Stýrið í Ítróttaháskúlanum fekk í dag boðini um, at fíggingin er komin upp á pláss frá Nordea grunninum, umframt at Fólkatingið hevur latið 5 milliónir í stuðli og Vágs Kommuna hevur latið økið í stuðli. Hetta merkir, at arbeiðið við at fremja verkætlanina við nýggja skúlabygninginum kann halda fram. Eftir er at fáa stuðulin frá Føroya Løgtingi, so farast kann undir at byggja nýggja skúlabygningin.

Vágs Kommuna fegnast um, at verkætlanin nú er komin so mikið langt, at skjótt kann farast undir byggingina.

„Hetta hevur stóran týdning fyri Vág og fyri økið rundan um skúlan. Ítróttarháskúlin verður ein stórur møguleiki fyri Suðuroynna, men eisini fyri Vág, og eg eri sannførdur um, at vágbingar fara at fáa stórt gagn og gleði av skúlanum,“ sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.

Nýggi skúlabygningurin til Ítróttaháskúlan skal byggjast á Løðhamri, har Vágs Kommuna hevur latið grundstykki til verkætlanina. Økið gevur skúlanum góðar karmar og er samstundis eitt gott útgangsstøði fyri ítróttarvirksemi og øðrum virksemi, sum verður knýtt at skúlanum.

Ítróttaháskúlin í Suðuroy varð stovnaður í 2016 og hevur sostatt í ár 10 ár á baki. Við nýggja bygninginum verður nú eitt stórt stig tikið í menningini av Ítróttaháskúlanum og ítróttarumhvørvinum í Suðuroy.

Vágs Kommuna fegnast um, at henda stóra verkætlan nú skjótt gerst veruleiki.


Deil á facebook