TT

Kvøldskúlablaðið Eftirgróður er á gáttini

16.09.2026

Vágs kvøldskúli bjóðar øllum frá 15 ár og eldri, hjartaliga vælkomin til eitt nýtt kvøldskúlaár við fjølbroyttum og áhugaverdum skeiðum.

Eins og undanfarin ár er tilboðið vaksið, soleiðis at okur aftur í ár kunnu bjóðað eitt breitt úrvæl av skeiðum innan handverk, mentan, rørslu og førleikamenning.

Í ár hava okur roynt at varðveita tey vælumtóktu skeiðini, samstundis sum okur bjóða nýggj og áhugaverd skeið.

Okur hava eisini lagt dent á at fáa fleiri styttri skeið í skránna, tí tey vísa seg at hava stóran áhuga millum fólk. Hetta merkir, at fleiri ein-dags skeið og styttri skeið eru á skránni í ár.

Úr rúgvuni kunnu okur nevna: Krea barsilskafé, Tvey ættarlið binda og Lær at taka myndir við fartelefonini. Hygg í blaðið og fá íblástur – úrvalið er stórt hetta skúlaárið!

Blaðið er liðugt prentað og verður borið út í hesum døgum.

Tey, sum hava sagt nei takk til reklamur, fáa einki eintak í postkassan, men kunnu fáa eitt eintak í Miðlatúni.

 

Tilmelding til kvøldskúlaárið 2026/27

Tilmeldingin letur upp mánadagin 21. september klokkan 10.00.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni:

vagur.fo/kvoldskulin

Kvøldskúlaskráin fyri 2026/27 kann longu lesast talgilt her.

Um tit ynskja hjálp við tilmeldingini, so eru okur í Miðlatúni klár at hjálpa.

Kvøldskúlin – eitt stað, har hugflog, lærdómur og felagsskapur møtast.


Deil á facebook