Verjuskipið Lauge Koch í Vági
Í samband við Johannudagin hevur verjuskipið Lauge Koch vitjað í Vági. Hetta er fyrstu ferð, at skipið vitjar Vágs Havn.
Lauge Koch legði at í Vági tórsdagin. Manningin varð boðin at nýta Páls Høll, og nøkur teirra tóku av møguleikanum og fóru ein túr í svimjihøllina.
Fríggjadagin varð skipað fyri vitjanum umborð á Lauge Koch. Børn úr fleiri flokkum í Vágs Skúla sluppu umborð, har tey fingu høvi at síggja skipið og hoyra um arbeiðið hjá manningini, og ikki minst fingu tey kaku frá manningini.
Í sambandi við fyrstu vitjanina var Edith Samuelsen mennari hjá Vágs Kommunu, umborð og bjóðaði skipi og manning vælkomnum til Vágs og markeraði fyrstu vitjanina.
Lauge Koch fór av Vági aftur fríggjadagin. Skipið skal luttaka í Veterandegnum, sum verður hildin í Føroyum og Danmark í morgin, 5. september.
Okur takka skipara og manning á Lauge Koch fyri vitjanina og vóna at síggja tey aftur í Vági.