TT

Vágshøll letur upp mánadagin

02.09.2026

Eftir umfatandi umvælingararbeiði á gólvið er Vágshøll klár at takast í nýtslu aftur.

Nú høllin letur upp aftur, er avgjørt, at frameftir verður bert høvuðsinngongdin vestanfyri brúkt sum inngongd til Vágshøll og ítróttarøkið sum heild.

Hetta merkir millum annað, at inngongdin frá kampingøkinum verður stongd. Henda hurðin verður frameftir bert nýtt sum neyðhurð.

Høllin letur upp mánadagin og okur gleða okum til aftur at taka ímóti iðkarum í Vágshøll.



Deil á facebook