Seinasta vitjan av ferðamannaskipi í 2026
24.08.2026
Í kvøld kemur ferðamannaskipið Hebridean Sky hjá Noble Caledonia aftur á Vág. Hetta er triðja og seinasta vitjanin hjá skipinum í ár, og samstundis síðsta vitjanin av ferðamannaskipi í Vági í 2026.
Hebridean Sky leggur at klokkan 22:00 í kvøld og fer avstað aftur klokkan 13:00 í morgin. Hetta verður fyrstu ferð, at eitt ferðamannaskip liggur í Vági yvir nátt.
Í morgin fara gestirnir á ymiskar útferðir. Flestu ferðafólkini fara við bussi at uppliva oynna, meðan nøkur fara gongutúr.
Okur gleða okkum at taka ímóti Hebridean Sky eina seinastu ferð í ár og bjóða ferðafólkum og manning hjartaliga vælkomnum aftur til Vág.