TT

Røðan hjá Magnusi Dahl á Ljósfest

20.08.2026

Røða til Ljósfestina í Vági,  15. august 2026

Góðu vágbingar, suðuroyingar og aðrir ljósgestir

Je eri glaður og takksamur fyri at hava fingið tann stóra heiður at halda setanarrøðuna á ljósfestini í ár. Takk til kommununa og formannin fyri Mentamálanevndini, Levi Mørk, fyri at heita á mje um at halda røðuna.

Tá ið tað var abbi mín, Petur á Gørðunum, sum var ein av oddamonnunum at fara undir at byggja elverkið í Botni, gevur tað mer eina serliga gleði at hava fingið heiðurin at halda røðuna til ljósfestina í ár.

Sum 17 ára gamalur fór je niður at lesa og flutti ikki heimaftur, burtursæð frá, at je undirvísti í umleið 2 ár og eisini fiskaði í umleið 2 ár við ymiskum sluppum – m.a. fiskaði je við sluppuni Johannu á várútróðrinum á Norðhavinum í 1969.

Je var lærari i Mikladali og Trøllanesi í 1967/68. Á Trøllanesi fyrireikaði je undirvísingina teir fyrstu mánaðirnar undir ljósinum frá einari petroleumslampu. Elektricitet kom til bygdina í novembur sama ár.

 

Tey har norðuri fortaldu mer, at tá ið tey brendu kol í ovni ella komfýri, kallaðu tey neistarnar, sum fuku úr kolinum, fyri suðuroyingar! Og hví tað? Jú, kolið kom úr Hvalba, og suðuroyingar vóru líka so snarsyntir sum fúkandi neistarnir. Tá ið tað brakaði í brennandi kolinum, vóru tað illbønir frá suðuroyingunum, tí teir bannaðu so illa!

Tað mesta av søguni um elverkið í Botni havi je frá nøkrum av bókunum hjá mínum góða vini og klassakammerati, Poul Andreasen. Takk fyri tað, Poul!

Petur á Gørðunum fór á eina kanningarferð til Norra at vitja norskar verkfrøðingar viðvíkjandi bygging av elverkinum. Tí høvdu fólk ikki sæð Petur í eina tíð í Vági, hvørki á Fløðulið ella aðrastaðni. Onkur spurdi hin abban hjá mer, Magnus á Gørðunum, um hann visti, hvar beiggi hansara var. Petur er í Norra. Hann ætlar at læra vágbingar at fáa grýturnar í kók við vatni. Hvør veit, kanska hann eisini ætlar at fáa bátsmotorarnar at ganga við vatni -

Magnus hevði nokk ikki ætlað, at hetta speisemi mótvegis beiggjanum skuldi verða ein profeti, sum bleiv til veruleika 100 ár seinni, har nakrir bátar ikki longur sigla við benzini ella olju, men við elmegi, partvíst úr vatnkraft.

 

Mánadagur 18. juli 1921 var ein stórur dagur fyri Vágsbygd. Hendan dagin varð el-verkið i Botni liðugt bygt og klárt til at framleiða fyrsta streymin.

Tað skuldi sjálvandi feirast! Alt var gjørt klárt í skúlanum til at halda tað, tey kallaðu Ljósfest.

Smyril kom siglandi flaggprýddur inn eftir Vágsfirði í fagrasta summarveðri. 21 skot vórðu loyst av onkustaðni í bygdini - so hart, at tað dundi í fjøllunum. Við Smyrli vóru innbodnir gestir - teirra millum løgtingsmenn, landstingsmenn, verkfrøðingar oo.

Eini 100 vágbingar settust til borðs í teirri uppskrýddu skúlastovuni. Formaðurin í ‘Forstandarskapinum’, Petur á Gørðunum, beyð øllum at vera vælkomin og helt eina røðu. Hann segði m.a: Við hesum elektrisitetsverkinum kemur eitt nýtt tíðarskeið, við tað at vatnmegin skal arbeiða fyri fólkið og útvega fólkinum brenni og ljós, soleiðis at mannamegin verður brúkt til annað arbeiði […] Okor takka vágbingum, sum hava staðið sum ein maður um hetta mál, verkfrøðingunum og arbeiðsfólkinum, sum hevur gjørt arbeiðið.

Tá tað var blivið somikið skýmligt, at ljósið kundi tendrast, trýsti hann á eina kontakt – og skúlastovan strálaði í elektriskum ljósi. Fólk klappaðu – og Petur lýsti elektrisitetsverkið tikið í brúk. Nógvar talur vórðu hildnar, og aftaná borðhaldið varð dansað alla náttina!

Tað er eitt sindur ilt hjá okon at ímynda okon í dag, hvussu stór hendan løtan hevur verið, fyrstu ferð vágbingar sóu elektriskt ljós verða tendrað.

 

Je minnist, at tað var rættiliga vanligt í skemti at siga um fólk, ið komu norðanífrá, at hann ella hon kemur ‘norðan úr myrkrinum’.

Royn at ímynda ter, at tú kemur siglandi – lat okon siga við sluppuni                                                                               Johannu – heim úr Íslandi frá einum saltfiskatúri ein av seinastu døgunum í august 1921. Tikor fóru avstað í byrjanini av mai og hava verið burturi í næstan 4 mánaðir - so tú gleðir tje at koma heim. Tikor hava hoyrt, at elverkið í Botni var liðugt bygt og framleiddi nú streym til bygdina. Tað er út á kvøldið, fínasta veður, stilli - men bølamyrkt, tí mánin, sum næstan er i niðu, goymir sje aftanfyri skýggini. Tikor eru komnir út fyri Suðuroynna. Í einum veikum ljósi frá einari tunnari mánastrípu sært tú eitt kámt umhvarv av oynni. Komnir út fyri munnan av Vágsfirði, møtir ter ein ótrúlig sjón. Fyri framman liggur tín heimbygd inni í fjørðinum og lýsir undurvakurt sum ein ævintýraheimur – ljósini úr bygdini speglast inni á fjørðinum sum ein glógvandi ljósheimur mitt í stóru, myrku verðini rundan um tje. Tú stendur ovfardur saman við manningini í hátíðarligari tøgn á dekkinum – til ein rópar: Tikor – okor eru heima! Í sera góðum og kátum hýri eru tikor komnir heim til ljósglitrandi heimbygdina norðan úr myrkrinum.

Verkið í Botni er kanska størsta stakhending í Vágs søgu. Tey bygdu eitt verk, sum ikki bara skapti elorku og tendraði ljós – tey tendraðu eisini nýggjar vónir. Tendraðu framtíð og nýggjar lívsmøguleikar. Turbinurnar í Botni blivu sum frá leið turbinur í bygdar- og samfelagsmenningini.

Tvøroyri fekk elektrisitet úr Botni í 1928. Elverkið hevði sín stóra lut í, at Suðuroyggin bleiv ein miðdepil í føroyska vinnulívinum, har heilt nógv fólk komu norðanifrá at arbeiða her suðuri. Nógvir vágbingar eru eftirkomarar av hesum fólkunum.

 

Men hvussu er í dag?

Sum vágbingur í útlegd gleðist je yvir, hvussu nógvur aktivitetur er í bygdini. Tað grør um gangandi fót við einari rúgvu av mentanartiltøkum innan nógv økir. Her er eitt serligt huglag, sum je t.d. havi kent í Kaffistovuni hjá Sævari.

Menning av vinnu- og mentanarlívinum hevur eitt annað RÁK enn í gomlu stórtíðini. Okor eru so smátt farin at hugsa øðrvísi um økonomi og búðskap sum eitt slag av húsarhaldi, har klótan, okor búgva á, er húsið í húsarhaldinum.

Nógv av tikon minnast Bukkeval – og tá ið havið og himmalhválvið vórðu uppfatað sum óendalig stór ruskpláss.

Eitt neyðugt RÁK er í tíðini, har okor í nógv størri mun og uppá nýggjar mátar við nútíðar tøkni fara aftur til at brúka okkara egna tilfeingi og náttúruríkidømi í land- og havbúnaði, har brúksvirði heldur enn býtivirði er í hásæti. Okor skulu framvegis hava vøkstur, men vøkstur í lívskvaliteti sum grundarlag fyri einum góðum lívi og trivnaði hjá framtíðar ættarliðum - har nøkur av gomlu virðunum verða bygd inn í framtíðar tøkni.

Eitt gott dømi um slíkt húsarhald og brúk av egnum tilfeingi er felags eplaveltan vesturi í Lágabø, sum nú stendur í blóma. Veltan gevur ikki bara góð sjálvvelt epli til nógvar familjur, men eisini ein meiningsfullan arbeiðsfelagsskap.

Nú je tosi um nýggj RÁK í tíðini, so er eitt annað dømi, sum vert er at nevna, at ein 6. klassi í Vágs Skúla herfyri vann veðurlagsheiðursløn Føroya Lærarafelags sum úrslit av einum samarbeiði millum skúlan og eina nýggja, spennandi verkætlan undir FabLab Vágur við heitinum RÁKLab (Currents of Change).

Næmingarnir arbeiddu við at savna plast úr havinum – og hvussu tað kann endurnýtast í skapan av nýggjum, virðismiklum lutum í einum ringrásarbúðskapi – hetta sum er ein partur av verkætlanini hjá RÁKLab.

 

Sjálvt arbeiðið at byggja elverkið í Botni fór í gongd í novembur 1919. Í novembur 2019 vóru øll loyvi givin til at fara í gongd við útgrevstrinum til vindmyllulundina í Porkerishaga og sama mánað begynti sólorkuskipanin í Sumba at lata streym til elnetið - akkurát 100 ár aftaná at arbeiði uppá elverkið í Botni fór í gongd.

So hóast Ljósfestin peikar aftur í søguna til fyrstu nýtsluna av grønari elorku í Føroyum, so peikar hon eisini frameftir til slóðbrótandi verkætlanina hjá SEV um menning av 100 % grønari orku í Suðuroynni sum royndarøki við heilt nýggjum teknologiskum møguleikum.

Orkunýtslan í Føroyum hevur ein evarska lítlan týdning í mun til globalu orkunýtsluna, men sum fyrimynd fyri aðrar tjóðir kann Royndarøkið Suðuroy fáa ein heilt stóran týdning – og hevur longu vakt áhuga í útheiminum.

 

Sum tað eitur í sanginum hjá Hans Andreasi Djurhuus: Ljós yvir landið og í barmi manna. Ljósið í barmi manna er tað fagrasta og týdningamesta.

Um tú setir eitt ljós framman fyri einum medmenniskja, tá lýsir tað aftur á tje sjálvan sum eitt uppklárandi endurskin.

Ljósið í barmi manna kann elva til neistar, ið spreiðast út í samfelagið – ikki so snarsintir og fýsandi sum neistarnir úr hvalbiarkolinum – men meira róligir, bjartir og bæði djarvir og eyðmjúkir neistar, sum verða til nýggjar hugsjónir í verki. Stórar verkætlanir spretta úr smáum, ósjónligum neistum – ið kunnu gróðurseta nýtt virksemi í bygdini.

Felagsskapur, samarbeiði, opinleiki, blíðskapur og hjálpsemi eyðkennir vágbingar nú sum fyrr.

Ein av talarunum á Ljósfestini í 1921, norski verkfrøðingurin Platov, takkaði fyri tíðina í Vági og segði, at hann hevði kent seg so væl her, at hann næstan kundi kalla tað sítt annað heim.

Tá fyrstu perurnar tendraðist í Vági í 1921, var tað ikki bert eitt ljós – men ein vón og eitt lyfti. Lyfti um eina ljósari framtíð, um okor fara fram við góðum treysti, kunnleika, skynsemi og  samanhaldi – sum abbi mín Petur segði í sinari røðu: allir vágbingar sum ein maður.

Tá kann Suðuroyartunnilin gott koma – og vónandi verður ljósið líka bjart í báðum endum av tunnlinum!

Við hesum orðum kann je við stórari gleði og eyðmýkt kunngera, at Ljósfestin 2026 er sett.

 

Takk fyri, at tikor lýddi á –

Góða ljósfest øll somul!


Deil á facebook