TT

Ljósfestin í Vági: 100 ára søgan um ljós, mentan og felagsskap heldur fram

14.08.2026

Vikuskiftið 14.–16. august verður Vágur aftur karmur um Ljósfest – eitt mentanarvikuskifti við tónleiki, list, barnatiltøkum, heiðranum og felagsskapi fyri bæði vágbingar og gestir.

Men Ljósfest er meira enn ein nýggj festivalhugsjón. Søgan røkkur heilt aftur til 1921, tá Vágur fekk sítt fyrsta elektrisitetsverk í Botni – tað fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Í ár verður tað Magnus Dahl, sum fær heiðurin at seta Ljósfestina í Vági. Magnus er ættaður úr Vági og sonur Jákup og Edith Dahl. Eftir lokna skúlagongd hevur hann fyri tað mesta búð í Danmark, har hann tók útbúgving í sálar- og lívfrøði við Københavns Universiteti.

Í 2021 tók Vágs kommuna stig til at endurtaka hugtakið Ljósfest. Hetta varð gjørt í samstarvi við SEV í sambandi við 100 ára dagin fyri el-verkið í Botni.

Síðani hevur Ljósfest verið eitt afturvendandi tiltak í Vági, og í ár verður tann fimta Ljósfestin hildin.

Frá tí fyrsta ljósinum í 1921 til dagsins Ljósfest er søgan sostatt eisini ein søga um, hvussu Vágur hevur ment seg – og um hvussu ljós, orka, mentan og felagsskapur kunnu knýta eina bygd saman.

Heiðra vágbingum og fagna felagsskapinum:

Ljósfestin byrjar fríggjakvøldið 14. august kl. 19.00 í tjaldinum. Tá verður árliga heiðranin av vágbingum, har borgarstjórin og býráðslimir avdúka, hvørji fólk verða heiðrað í ár.

Tá heiðranin er liðug, verður tónleikur í tjaldinum. Sputnik úr Tvøroyri og Solband fara á pallin og seta ferð á kvøldið.

Eisini verða VB og FC Suðuroy til staðar við sølubásum, eins og sølutorg verður aftur í ár leygardaign, har høvi veður at keypa sær eitthvørt heimavirkað.

Listin fær eisini stórt pláss:

Ljósfestin er ikki bara tónleikur. Leygardagin og sunnudagin verður listaframsýning, har fleiri listafólk sýna fram í hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa.

Millum luttakararnar eru Anna Eiriksdóttir, Martin Øster, Helga Djurhuus, Svend Erik Stenberg og Djona Suðuroy, Mikala Vilhelm og Nakita Richardt-Andreasen.

Framsýningin er opin frá kl. 13.00–17.00 legardagin og 14.00-17.00 sunnudagin.

Ein heilt serlig framsýning verður í Miðlatúni. Petur Nolsø hevur latið vágbingum grunn, ið eigur lutir og list, sum hann savnaði gjøgnum lívið. Millum annað eigur grunnurin eitt umfatandi úrval av listaverkum og málningum. Her eru verk eftir fleiri kend føroysk listafólk, millum onnur Rutt Smith, William Smith, Sámal Joensen-Mikines og William Heinesen.

Nú hevur almenningurin høvi til at kaga inn í henda fjølbroytta heim og síggja ein part av tí list, sum Petur Nolsø savnaði

Framsýningin er í Miðlatúni og er opin soleiðis:

Leygardagin frá kl 13.00-17.00 og Sunnudagin frá kl 14.00-17.00.

Leygardagurin verður eisini stóri barnadagurin á Ljósfest.

Frá kl. 15.00–17.00 verður stórt barnatiltak á stóra pallinum í samstarvi við Suðuroyar Sparikassa. Har verður nógv á skránni, og millum annað kemur Bubu at framføra.

Leygarkvøldið byrjar tónleikur á pallinum kl.19.00, tá fleiri kend tónleikanøvn trýna fram á pallin

Á skránni eru Hvarv, Annika Hoydal, Starlight, RSP, ABBA Tribute, Norðkraft og at enda Danny and the Weetos.

Og tá klokkan nærkast midnátt, verður enn ein fastur og væl dámdur partur av Ljósfestini: Nýggjársnevndin í Vági skjýtur fýrverk.

Tað gleða vit okkum sera nógv til, sigur Levi Mørk, formaður í Mentanarnevndini.

Hann heldur, at Ljósfestin hevur ment seg nógv síðani 2021.

Ljósfestin veksur ár um ár og savnar nógv fólk í Vági. Tað eru ikki bara fólk úr Vági, men eisini fólk aðrastaðni frá, sum leita sær til Vágs hetta vikuskifti. Tað eru vit sera fegin um, sigur hann.

Levi Mørk leggur dent á, at Ljósfestin er eitt tiltak fyri øll.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Ljósfest. Hetta er eitt ókeypis mentanarvikuskifti, har vit vilja skapa karmar um góðar upplivingar, samveru og felagsskap.

Ljósfestin endar sunnudagin við sunnudagsskúla, felagsmøti og sangi í tjaldinum.

Vágs kommuna takkar øllum, sum á ymsan hátt eru við til at gera Ljósfestina til veruleika – og serliga øllum stuðlum og samstarvsfeløgum, sum aftur í ár hava tikið undir við tiltakinum.


Deil á facebook