Felags sunnudagsskúli í tjaldinum sunnudagin kl 13.00
12.08.2026
Sunnudagin kl. 13.00 verður felags sunnudagsskúli í tjaldinum.
Vit fáa eina hugnaliga løtu saman við søgu, spølum, sangi og hugna fyri alla familjuna. Ung frá City Church luttaka eisini.
Aftaná verður okkurt leskiligt til bæði stór og smá, og vit grilla pylsur.
Sjálvandi verður eisini ein góður kaffimunnur.
Tiltakið verður skipað av:
Frelsunarherinum, Bethel og Meinigheitshúsinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin!