TT

Avmarkað móttøka á ruskplássinum leygardagin

07.08.2026

Ruskplássið á Oyrunum tekur ímóti avmarkaðum nøgdum av ruski í morgin, leygardagin. Orsøkin er, at bingjurnar eru nærum fullar eftir, at sera nógv burturkast varð latið inn í dag.

Tí heita okur á tykum, sum ætla at koyra rusk burtur, um bert at koma við tí, sum er mest neyðugt.

Bingjurnar verða tømdar mánadagin, og tá tekur ruskplássið aftur ímóti ruski sum vanligt.


Deil á facebook