Skráin til Ljósfest 2026
05.08.2026
Í vikuskiftinum 14., 15. og 16. august verður Ljósfest aftur hildið í Vági. Tríggir dagar við tónleiki, mentan, undirhaldi og hugnaligum upplivingum fyri bæði børn, ung og vaksin.
Ljósfest byrjar fríggjadagin 14. august, tá skráin bjóðar uppá heiðran, tónleik og hugna. Leygardagurin er stóri dagurin á Ljósfest, har skráin byrjar á middegi og heldur fram út á náttina. Sunnudagurin rundar vikuskiftið av við hugnaligum tiltøkum fyri alla familjuna.
Í hesum leinkið sær tú alla skránna til Ljósfest 2026. Skráin verður dagførd javnan, so hvørt nýggj tiltøk verða løgd afturat ella broytingar verða gjørdar.
Á vagur.fo kanst tú eisini lesa meira um einstøku tiltøkini, tónleikararnar og annað, sum verður á skránni til Ljósfest 2026.