TT

Vitjan av Hebridean Sky

04.08.2026

Í dag var aftur eitt ferðafólkaskip á vitjan í Vági. Hesa ferð var tað Hebridean Sky. Skipið kom á Vág klokkan 13.30 úr Kirkwall og loysti aftur klokkan 18.00 við kós móti høvuðsstaðnum.

Umborð vóru 99 ferðafólk – tey flestu úr Bretlandi, men eisini gestir úr Sveis, USA og Írlandi – og manningin taldi 80.

Meðan skipið lá í Vági, fóru ferðafólkini túr í bygdini, har tey vitjaðu millum annað neyst, kirkjuna og bryggjaríið, áðrenn leiðin gekk til merkisstaðir sum Eggjarnar og Akraberg.

MB Tours stóð fyri útferðunum, og Tor Shipping var umboðsfelag.


Deil á facebook