TT

Sputnik við á Ljósfest

01.08.2026

Tónleikabólkurin Sputnik av Tvøroyri var ein av teimum lokalu bólkunum, sum settu dám á dansi- og undirhaldslívið í Suðuroy, serliga í 1970'unum, tá livandi tónleikur hevði stóran týdning á dansistøðum og veitslum.

Sputnik spældi ofta til dans og eru vælkendir fyri teirra vælsvingandi rock, country og dansibandstónleik, sum t.d. Creedence Clearwater Revival, Elvis, The Beatles og norðurlendskan dansibands tónleik. Í 1984 gav bólkurin út “Oyggjaland í sól” sum okur øll kenna.

Bólkurin hevði fleiri ymiskar manningar gjøgnum árini, sum var vanligt hjá føroyskum tónleikabólkum. Nakrir av manningini vóru kendir tónleikarar í Suðuroy, men samansetingin broyttist við tíðini.

Manningin til Ljósfestina verður hendan:

  • Jens Lisberg, sang
  • Jan West, trummur
  • Ragnar Djurhuus, bass
  • Poul Hammer, sang, munnharpa, keyboard og gittar
  • Trygvi Strøm, solo gittar

Tónleikararnir í Sputnik hava drúgva ryndir. Jens Lisberg hevur havt eina langa solokarrieru. Jan West hevur hevur verið við síðan byrjan í 1975. Ragnar Djurhuus hevur spælt í orkestrinum “Orion” úr Vági.  Poul Hammer hevur spælt í harmonikulíðnum, umframt til nógvar veitslur o.a. Trúgvi hevur spælt í orkestrinum Wild Child av Tvøroyri og undirvíst í musikkskúlanum.

Okur gleða okkum til at hoyra Sputnik aftur, hesuferð fríggjakvøldið á Ljósfest í Vági.


Deil á facebook