TT

Ein ordans ólavsøkugestur

30.07.2026

Í morgun kom marglætis ferðafólkaskipið MS Deutschland á Vág. Umborð eru gott 500 ferðafólk, umframt manning. Skipið liggur til klokkan 13.00.

Í meðan flestu av okum sótu við morgunmatarborði og gjørdi okum klár til dagin, stevndi ferðafólkaskipið MS Deutschland inn á Vág. Hetta er fyrstu ferð, at skipið vitjar Vág. Umborð eru 497 ferðafólk og hesi verða tænd av 280 starvsfólkum. Ferðafólkini koma úr Týsklandi, Luxemburg, Sveits og Ukraina.

Í meðan skipið liggur við kei, fara ferðafólkini at uppliva Vág. Skipað verður fyri gongutúrum í Vági og vestur á Vágseiði. Eisini verður møguleiki hjá ferðafólkunum at vitja kirkjuna, handlar, savn, skeinkistað og merkisstaðir í Vági.

MS Deutschland er størsta ferðafólkaskip, sum er komi á Vág – bæði í stødd og hvussu nógv ferðafólk tað førir. Metið átti annars Seabourn Venture, ið vitjaði í fjør. MS Deutschland er 175 metrar langt og 23 metrar breitt. Skipið tekur upp til 650 ferðafólk.

Talan er um eitt sera vakurt skip. MS Deutschland er bygt í 1998 og í 1920’unum stíli. Talan er um eitt marglætisskip, ið siglir summarmánaðirnar í Evropa fyri felagið Phoenix Reisen.

Skipið kom úr Cuxhaven í Týsklandi og ferð víðari klokkan 13.00. Tá leiðin gongur til Havnar. Umboðsfelag er Tor Shipping og Faroeway og Vágs havn taka sær av ferðafólkunum.



Deil á facebook