Riðið oman av nógva regninum
28.07.2026
Tað hevur regnað sera nógv seinnapartin í dag. Hetta hevur ført við sær, at lendið er riðið oman í Geilini.
Arbeiðsfólk eru í gongd við at rudda økið, og væntað verður, at arbeiðið fer at taka nakrar tímar.
Ímeðan er vegastrekkið í uttaru Geilini stongt fyri gjøgnumkoyring.