Vágs býarbókasavn – bøkur til øll
Á Vágs býarbókasavnið finnur tú eitt breitt og fjølbroytt úrval av bókum til børn, ung og vaksin. Okur hava alt frá krimisøgum og skaldsøgum til ævisøgur, yrkis- og barnabøkur.
Okur leggja dent á at hava eitt aktuelt og spennandi bókaúrval og fáa javnan nýggjar bøkur, bæði føroyskar útgávur og útlendskar bestseljarar. Tí er altíð okkurt nýtt at fara eftir, antin tú ert til spenning, kærleika, søgu, fakta ella barnabøkur. Bókasavnið hevur eisini allar føroyskar bøkur sum verða útgivnar.
Bókasavnið er eitt stað, har øll eru vælkomin – at læna bøkur, finna íblástur ella bara njóta eina friðarliga løtu millum bókahillarnar.
Opið er í upplatingartíðini hjá Miðlatúni, sum er mána-fríggjadag 10.00-16.00 og í summar er eisini opið leygardag frá klokkan 10.00-14.00