Hvarv við á Ljósfest 2026
Bólkurin Hvarv verður við á Ljósfest í Vági 16. august 2026.
Hvarv gav tvey løg út í 2025. Bólkurin gav tíðliga í fjør út lagið ”Sálarfrændi mín”. Lagið hevur verið sera nógv at hoyra.
Nakað seinni kom lagið ”Leitar tú elskandi”, ið eisini fekk sera góða móttøku.
Hvarv er í løtuni í upptøkuhølunum og skjótt kemur nýtt lag frá bólkinum.
Bólkurin Hvarv hevur mong ár á baki. Navnið sást fyrstu ferð síðst í nítiárunum, tá útgávan Rock í Føroyum 2 kom út. Har luttók bólkurin við lagnum «Fortíð, Nútíð, Altíð».
Í ár 2000 var bólkurin millum tey 19, ið slapp við á fløguna Vælskapt Brek. Hetta var sangkapping, har fleiri enn 80 sangir komu inn, og Hvarv kom við á útgávuna við sanginum «Vovið av Guði».
Bólkurin hevur ikki verið so virkin øll árini, tó at Hjalmar og Dagfinn hava verið á palli saman javnan øll árini. Og t.d. sangurin «Vovið av Guði» hevur fylgt teimum øll árini síðani útgávuna.
Manningin er annars sett saman av tónleikarum, ið hevur royndir og mong ár á baki á føroyska tónleikapallinum.
Hvarv fer á Ljósfest at spæla sangir, sum hava fylgt teimum á leiðini, umframt sangir, sum bólkurin hevur givið út.
»Sálarfrændi mín» og «Leitar tú elskandi» standa sjálvandi á skránni, umframt t.d. «Vovið av Guði», og so ætlar bólkurin eisini at spæla løg, ið seta lív í á Ljósfestini 2026.
Til Ljósfest 2026 hevur Hvarv fingið dugnaliga tangentleikaran Torbjørn Lisberg við sær á pallin.
Manningin í Hvarv seinnu árini hevur verið hendan:
- Hjalmar Magnussen, sang og guitar,
- Dagfinn Olsen, bass og kór
- Neil Joensen, guitar og kór
- Dánjal Jákup Wiberg Holm, trummur og kór
«Sálarfrændi mín» hoyrist her.
«Leitar tú elskandi» hoyrist her:
«Vovið av Guði» hoyrist her: