RSP klárir til Ljósfestina í Vági
RSP hevur seinastu árini ment seg til ein av mest umtóktu hip-hop bólkunum í Føroyum. Teir slógu veruliga ígjøgnum við risahittinum "Send mær meira pengar", sum framvegis fær fjøldina at syngja og hoppa við, hvørja ferð tað verður framført. Sangurin varð kosin Ársins útvarpshitt, og bólkurin vann eisini heiðurin sum Ársins Spíri á FMA í 2023.
Við fangandi løgum, skemtiligum og ósmædnum tekstum og einari orkufullari pallframførslu hava RSP vunnið sær trúgvar fjepparar kring alt landið. Teir eru kendir fyri at skapa eina veitslu, sum smittar alla fjøldina, og tað prógvaðu teir eisini í Berlin, har teir fingu fjøldina at kóka undir teirra framførslu undan landsdysti.
Leygarkvøldið 15.august koma RSP á pall á Ljósfestini í Vági, har gestirnir kunnu gleða seg til eina framførslu við fullari ferð og góðum stemningi. Á skránni verða kendir sangir sum "Send mær meira pengar", "Ball í bilin", "Honky Tonk", "Hygg eftir mær" og nógv annað.