TT

Danny & The Veetos koma aftur til Ljósfestina í Vági

07.07.2026

Teir bergtóku áhoyrararnar á seinastu Ljósfest – og nú eru teir aftur!

Tað er við stórari gleði, at okur kunnu kunngera, at Danny & The Veetos fara á pall á Ljósfestini í Vági leygarkvøldið 15. august 2026.

Seinasta framførsla teirra á G! Festivalinum í fjør fekk stórfingna móttøku, og nú er tað Ljósfestin í Vági, sum fær vitjan av teimum.

Á Ljósfestini kunnu gestir gleða seg til eina framførslu við øllum teimum kendu hittunum, nýggjum løgum og tí serligu nærveruni, sum hevur gjørt Danny & The Veetos til ein av Føroya bestu live-bólkum.

Kom og uppliv Danny & The Veetos á pallinum leygarkvøldið á Ljósfestini í Vági!


Deil á facebook