Takk, tykur ungu!
Seinastu tvær vikurnar hava ungdómar í Vági arbeitt í átakinum Ung í arbeiði hjá Vágs Kommunu. Nøkur av teimum arbeiða eisini nakrar dagar afturat í hesi vikuni.
Hvørt ár bjóðar Vágs Kommuna ungdómi møguleikan at vinna sær nakrar krónur í summarferiuni. Afturfyri eru tey við til at fríðka um í bygdini, samstundis sum tey fáa arbeiðsroyndir og styrkja um kensluna av eigaraskapi til staðið. Í ár var einki undantak, tá 36 ung fóru til verka, saman við arbeiðsmonnunum og fyriskipa av Gunnvu A. Thomsen á teknisku deil.
Ung í arbeiði hevur fevnt um viðlíkahald av kommunalum økjum í Vági. Fleiri gongurásir eru lúkaðar fyri ókrút, eins og lúkað er fram við vegum og við merkisstaðir. Garðar og rammur á skeltum eru málað, og kirkjugarðurin er eisini fríðkaður.
Sum siður er, endaði Ung í arbeiði alment fríggjadagin. Tá grillaðu arbeiðsmenninir pylsur og breyð og borðreiddu við øllum tí, sum hoyrir einum slíkum máltíði til.
Okur kunnu staðfesta, at okur eiga ein raskan og arbeiðssaman ungdóm. Vágs Kommuna takkar tykum øllum fyri gott arbeiði og gott huglag.
Okur gleða okum longu til Ung í arbeiði 2027.