Vitjan av Hebridean Sky
05.07.2026
Ferðafólkaskipið Hebridean Sky vitjaði í Vági í morgun. Skipið kom tíðliga á morgni, klokkan 6.00, og umborð vóru 95 ferðafólk, umframt manningina.
Ferðafólkini fóru á útferðir til Eggjarnar og Vágseiði. Summi fóru við bussi suðureftir, meðan onnur spákaðu runt í Vági.
Talan var um eina stutta vitjan hesaferð. Skipið loysti aftur um 13 tíðina og setti kós móti Stornoway.
Hetta verður tó ikki seinasta vitjanin hjá Hebridean Sky í ár. Skipið vitjar aftur tvær ferðir í august.