Okur leita eftir handaligum fólki til Repair Café í Vági
Dugir tú at seyma, umvæla elektrisk tól, skrúva uppá maskinur ella dámar tær væl at finna loysnir á praktiskum trupulleikum? So hevði Repair Café í Vági kanska verið nakað fyri teg.
Repair Café í Vági er eitt burðardygt átak í Fab Lab, har fólk kunnu koma við lutum, sum eru gingnir fyri, og fáa hjálp til at umvæla teir í staðin, heldur enn at burturbeina lutirnir.
Okur geva nýtt lív til støvsúgvaran, umvæla smærri elektrisk tól, seyma skrødd klæði, seta nýggir knappar í og og fáa gamlar lampur til at lýsa aftur. Saman hjálpast okur at varðveita tað, sum framvegis kann brúkast.
Endamálið er at minka um burturkast, fremja burðardyggari nýtsluvanar og skapa áhuga fyri grønu umstillingini – samstundis sum fólk hittast og hjálpa hvørjum øðrum.
Sum starvsfólk fært tú:
• Møguleika at nýta og deila tínar førleikar
• Samband við onnur í nærumhvørvinum
• Ein virknan leiklut í einum burðardyggum felagsskapi
• Eitt hugnaligt umhvørvi við góðum kaffi og góðum lag
Repair Café heldur til í Fab Lab í Vági og er opið eina ferð um mánaðin.
Arbeiðið verður lønt gjøgnum Vágs Kvøldskúla.
Samband:
Tina Grønbech
Fab Lab Vágur / Vágs Kvøldskúli
kvoldskulin@vagur.fo