Ársroknskapurin fyri 2025 góðkendur
Á eyka býráðsfundi í gjár varð ársroknskapurin hjá Vágs Kommunu fyri 2025 lagdur fram og góðkendur.
Roknskapurin vísir, at samlaðu inntøkurnar í 2025 vóru 86,7 mió. kr., meðan samlaðu rakstrarútreiðslurnar vóru 75,8 mió. kr.
Inntøkurnar eru hækkaðar 4,1 mió.kr. samanborið við árið frammanundan.
Harumframt eru 6,0 mió. kr. brúktar til íløgur í árinum, hetta er lægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2025, íløgunýtslan liggur tó á sama støði sum í 2024.
Ársroknskapurin vísir eitt rakstrar-, løgu- og útlánsúrslit (RLÚ) á 4,9 mió. kr., ið er munandi betri enn mett varð í fíggjætlanini fyri 2025, har roknað varð við einum halli á 3,5 mió.kr.
Ognarjavnin við árslok 2025 var 20,2 mió. kr., harav var tøkur peningur 11,6 mió.kr. samanborið við til 4,4 mió.kr. í 2024.
Langfreistaða skuldin við árslok var 39,9 mió.kr. og nettoskuldin hjá kommununi er væl undir skuldarmarkinum.