TT

Seturnarrøðan á jóansøkuni

24.06.2026

Góðan dagin vágbingar, suðuroyingar, útisetar og tykur øll, sum eru komin her at hátíðarhalda jóansøkuna!  

Fyrst vil eg takka fyri tann heiður, at fáa høvi at seta jóansøkuna í ár. Tað er við stórari frøði, at okur aftur í ár síggja hornorkestrið av Tvøroyri, okkara framúr skótar og kirkjukórið Ljómur seta sín flotta dám á skrúðgonguna og byrjanina av hesum hátíðardøgum. 

Eg minnist sjálvur við stórari gleði aftur á nógvar Jóansøkur her í Vági. Tað var ein stór frøði sum smádrongur at koma inn á økið við Løðhamar.

Hettar fyri at sleppa at skjóta við luftbyrsu eftir luftballónum og rósum, fyri at fáa eina bamsu ella okkurt leikutoy heim við.  Ein var so spentur hvussu tað gekk við fyrireikingunum, ja alla vikuna, uppundir Jóansøkuna. Har ein sum barn gleddist mest til nær “ Tivoli “ opnaði.

Okur eru jú ein stórur systkinaflokkur. Tá okur øll 8 systkini fóru til tey framúr tiltøkini, sum vóru á Jóansøku í Vági. Okur vóru so mikið nógv í tali, at Alvilda omma og Jens abbi máttu vera við fyri at halda stýr á okkum øllum. Kanska var tað mest mær, tey royndi at halda stýr á.

Sum vanligt, varð nógv stákast upp undir Jóansøkuna tá í tíðini runt alla bygdina. Tá vóru nógvir handlar, sum høvdu opið, og okur 8 systkin endadu sum oftast úti hjá Johannus á Nesi fyri at fáa nýggjar skógvar, og eisini nýggj klæðir frá DIGO.

Annars var tað altíð onkur í familjuni, sum hevði bundið okkum nýggj klæðir, ella eisini fekk ein tað arvað frá hinum systkinunum. Tí nú skuldi Jóansøkan haldast, og tá skuldi man vera fínur! Tá í tíðini vóru ráðini ikki so góð. Øll høvdu ikki líka nógv millum hendurnar, og tað var einki, sum kom av sær sjálvum. Men okur manglaðu einki, tí okur áttu nakað, sum er dýrabart: Okur vóru glað og takksom fyri tað okur fingu.

Tá okur hyggja at gerandisdegnum í dag, er nógv broytt.

Men kanska hava okur ongantíð havt størri tørv á, at steðga á og minnast, hvussu nógv takksemi og gott samanhald hava at siga. Tað er í felagsskapinum, at okur finna styrki, gleði og umsorgan fyri hvørjum øðrum.

Jóansøkan minnir okkum á, at teir størstu ríkidómarnir ikki liggja í einum skíggja ella í einum dýrum telefon-tóli, men í løtunum, okur eiga saman, í minnunum, okur skapa, og í takknemligheitini, okur vísa hvør øðrum.   Her við Minnisvarðan eru annars nógvar pisurøður hildnar gjøgnum árini.

Sum ungur tannáringur gleddist eg hvørja ferð at møta øðrum ungum fólkum, sum komu úr øllum ættum til Vágs at halda Jóansøku, nógv við húgvu á høvdi.  Pisurnar hava altið sett ein serligan dám á stevnurnar. Tað var eisini við stórari gleði, at pisufundur aftur var til hesa Jóansøkuna í gjár.

Tað er okkara tjóðarítróttargrein, kappróðurin, sum okur minnast best, og uttan kappróður er eingin Jóansøka. Okur fegnast hvørja ferð okkara bátar vinna og fylgja væl við.

Jóansøkan, sum nú hevur yvir 100 ár á baki, boðar frá ljósari tíðum. Ein kann staðfesta, at hesuferð eru 100 ár gingin síðani Jóansøkan var fyrstuferð hildin í Vági.

Hettar við “ljósinum” í breiðari konteksti, lýsti Sirið Stenberg, sera vakurt og greitt frá til seinastu setanina á Jóansøku í Vági.

Ítróttur og kropslig rørsla eru týdningarmikil fyri menningina hjá børnum og ungum og hava jaliga ávirkan á bæði kropsliga, sálarliga og sosiala trivnaðin. Ítróttur – og serstakliga kappróður – lærir børn og ung, at eingin vinnur eina kapping eina ella einsamallur.

Í einum kappróðrarbáti mugu øll rógva í takt; hvør einasta ár og tøk telja, og samstarv er lykilin til at koma á mál. Ítrótturin snýr seg ikki bara um gullmerki, men um at mennast sum menniskja. At læra at vinna við eymleika, at tapa við rætta sinnið, og at reisa seg aftur, tá ið tað er mótbrekka. Hetta gevur teimum ungu eina sterka ballast til restina av lívinum. “Við árunum klára, tey ungu nú rógva. Tey læra at stríðast, tey læra at sanna, at saman vit lyfta og sigrarnar prógva.” Men handan hvønn bát og handan hvørt spæl, standa tey fólkini, sum vilja okkum væl.

"Tær eldsálir ríku, sum tíðina geva, so børnini trygg her í Vági kunnu liva. Tí uttan hesu hjørtu, sum brenna so klár, var felagsskapurin fátækur, kaldur og sár."

Umframt søguligu grindabátarnar, hava okur tann størsta mentanararvin av øllum: sluppina Johannu, sum enn siglir, bæði í Føroyum og uttanlanda. Eins og við grindabátunum liggja óteljandi óløntir tímar av arbeiði frá okkara eldsálum har. Grindabátarnir hava stóran týdning fyri okkara mentan og bleiv føroyski báturin í 2021 eisini á innskrivaður á UNESCO listan.

Frítíðar- og ítróttarfeløg blóma her í Vági. Innan ítróttina eru fleir ítróttargreinar umboðaðar, og tað fegnast okur um. Feløgini leggja eisini nógva orku í størru tiltøkini í Vági, okkum øllum til gagns.

Stór tiltøk sum Dansibandsfestivalurin, Jóansøkan, Jóhannudagar, Ljósfestin og framúrskarandi Nýggjárshaldið eru nøkur av tiltøkunum sum samansjóða okkum sum eina eind.

Tað átrúnaðarliga hevur eisini ein náttúrligan part á Jóansøku. Um vikuskiftið verða bæði útimøtir og gudstænastur, har høvi verður at savnast til sang, bøn og felagsskap. Hesi tiltøk eru ein týdningarmikil partur og geva rúm fyri samveru mitt í hátíðarhaldinum. 

Hóast avbjóðingar, so stendur Vágur sterkt í dag. Í dag skulu okur gloyma gerandisdagin, fagna ítróttinum, felagsskapinum og hvør øðrum.

Eg vil fegin enda hesa setanarrøðu við einari yrking, sum eg havi skrivað til mína dýrabaru heimbygd:  

Heimbygd mín,

eg smílist til tín

børn vit vóru á hesum stað,

eg ongantíð kann gloyma tað.    

 

Eg uppaldist her

Vakrasta stað í verð

Her er fjørða og flóð

Enn hoyrist fuglaljóð    

 

Forfeðranna tíð

Vunnu okkum mangt stríð

Mong eru minnir

Menn vóru stinnir

Og flottar kvinnur    

 

Samansjóðað eru okur øll somul

her hittast børn, ung sum gomul

 

Náttúran so vøkur at sjá

Smáttur síggjast eisini í vøkru Vág  

Mitt elskaða barndómsvatn

Tú gevur mær enn afturkall

So vakurt tú í dalinum liggur

har Gjógvarafjallið stolt niður hyggur  

 

SEV-verkið í Botni lýsir enn

Takk til tykkum, kæru undangongumenn

Framtíð og vinna

Heimbygdin hin stinna

Heimbygd mín

Eg smílist enn til tín  

Við hesum lýsi eg Jóansøkuna 2026 at verða setta.

Góða Jóansøku øll


Deil á facebook