TT

Takk fyri eina góða jóansøku

23.06.2026

Vágs Kommuna vil við hesum takka øllum teimum, sum vóru við til at gera jóansøkuna til eina góða og hugnaliga stevnu.

Takk til felagsskapir, íðkarar, samkomur, sjálvboðin, røðarar, tónleikarar, vinnurekandi og øll tykkum, sum á ymiskan hátt vóru við til at skapa góðu karmarnar um stevnuna. Ein serlig tøkk til tey mongu handan “leiktjaldið” – tey ósjónligu, sum fingu ljóðið at rigga, hildu býin reinan, skipaðu ferðsluna, ansaðu eftir róðrarfólkunum, og sum runnu aftur og fram fyri at tryggja, at okur øll fingu eina góða jóansøku.

Takk til øll, sum vitjaðu tiltøkini, vóru við til kappróðurin, hugnaðu sær í býnum og vóru við til at skapa góða stemningin. Og til lukku til allar pisurnar. Okur ynskja tykkum alt tað besta víðari á lívsleiðini.

Takk fyri eina góða jóansøku – okur gleða okum longu til jóansøkuna 2028.



Deil á facebook