Røðurnar á jóansøku
Røður eru ein hornasteinur í jóansøkuni, og í ár verða røður hildnar øll kvøldini.
Tað er altíð nakað serligt at hoyra røður á jóansøku – bæði tær, sum venda sær til framtíðina, og tær, sum minna okkum á søguna, felagsskapin og tað, sum bindur okkum saman. Og í ár er onki undantak.
Fríggjakvøldið verður pisufundur við minnisvarðan klokkan 21.15. Á pisufundinum ger Guðrið Patursson at bera fram røðu. Og eftir hana fara pisurnar Ísak Joensen og Ásgerð Stenberg at røða, og Dagfinn Olsen spælir nøkur løg.
Leygardagin verður jóansøkan sett við minnisvarðan klokkan 12.00. Til setanina bjóðar borgarstjórin, Bjarni Johansen, vælkomin, og formaðurin í mentamálanevndini, Levi Mørk, setur jóansøkuna. kirkjukórið Ljómur syngur, og skótar og íðkarar frá ymsum feløgum ganga skrúðgongu.
Jóansøkurøðan verður leygarkvøldið á pallinum í miðbýnum. Í ár er tað Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sum ber fram jóansøkurøðuna. Røðan verður hildin í sambandi við felagssangin, sum á hvørjum ári savnar nógv fólk og skapar ein serligan stemning í miðbýnum.