TT

SSL: Broytingar í ferðaætlanini fyri leið 7 leygardagin 20. juni 2026

18.06.2026

Strandferðslan ger tillaðingar í ferðaætlanini fyri leygardagin á jóansøku, fyri lættari at fáa avgreitt flutningin av nógvu ferðafólkunum og kappróðrarbátunum, ið skulu við Smyrli.
 Endaliga ferðaætlanin fyri leygardagin verður tí hendan:

  • Kl. 06:00 Tvøroyri - Tórshavn  
  • Kl. 08:45 Tórshavn - Vágur
  • Kl. 15:15 Tvøroyri - Tórshavn
  • Kl. 17:45 Tórshavn - Vágur
  • Kl. 21:15 Vágur – Tórshavn

Eyka fráferð av Krambatanga mánamorgun kl. 06:00.

Teistin ger eyka túr av Krambatanga mánamorgun 22. juni kl. 06:00.

Til ber at bíleggja pláss til henda túrin í okkara bíleggingarskipan.

Kunning til ferðandi:

  • Eyka bussar fara at koyra úr Vági til fráferðina kl. 15:15. Fyri at vita, hvussu stórur tørvurin á busskoyring er, er neyðugt at boða okkum frá, við at fylla hetta skjalið út, ið eisini er tøkt á ssl.fo.
  • Tað er egin ábyrgd at skipa flutning av kappróðrarbáti úr Vági til Tvøroyrar. Kappróðrarbátar, ið einans hava bílagt til bát og ikki til akfar, kunnu hava akfar við Smyrli til túrarnar bæði kl. 08:45 úr Tórshavn og av Tvøroyri kl. 15:15, uttan at gera tillaðingar í áður framdari bílegging.
  • Ítróttarfeløg, ið ferðast við ítróttarbíleggingum, verða biðin um at deila qr koduna við øll tey, ið skulu ferðast uppá tær. Tað er ikki neyðugt at ferðast í bólki.

Dagførd ferðaætlan fyri leið 700 og 701 í samband við jóansøkuna verður almenn seinni á ssl.fo


Deil á facebook