Ferðslan leygardagin á jóansøku
Leygardagin er ferðslan í Vági ávirkað av jóansøkuni – vegastongsil ger, at bilførarar mugu koyra eftir Toftavegi og Fossavegi, um ætlanin er at sleppa vestur ella út í bygdina.
Toftavegur og Fossavegur eru skipaðir øðrvísi leygardagin, har partar av vegunum eru einsrættaðir og starvsfólk fara at samskipa ferðsluna.
Toftavegur
Frá Toftavegi 1 og eystureftir (úteftir) til Toftaveg 26 er vegurin einsrættaður. Her kunnu bilar bert koyra út í bygdina (eystureftir). Sí mynd niðanfyri.
Fossavegur
Frá Fossavegi 4 og vestureftir til Fossaveg 48 er vegurin einsrættaður. Her kunnu bilar bert koyra vestur í bygdina (eystureftir). Sí mynd niðanfyri.
Ferðslusamskipan og parkering av bilum
Tað verður trygdarfyritøkan VAKA, sum kemur at samskipa ferðsluna á Toftavegi og Fossavegi. Starvsfólk hjá VAKA koma at standa, har ferðslan verður einsrættað, og vegleiða bilførarum.
Vágs Kommuna heitir á bileigarar og borgarar um ikki at parkerað bilarnar á áðurnevndu vegastrekkjum, tá parkeraðir bilar kunnu órógva ferðsluna. Víst verður til almennu parkeringsplássini í Vági.
Vegastongsulin er galdandi frá kl 10.00 leygardagin og til konsertin í miðbýnum er liðug.