Tjaldið verður sett upp – el-bila løðarin tøkur til fríggjadagin
15.06.2026
Fyrireikingarnar til jóansøkuna eru í gongd og dagarnar fram til stevnuna verða merktir av hesum.
Longu týsdagin verður parkeringsplássið við SEV-húsið stongt. Hetta er tí, at tjaldið hjá kommununi verður sett upp tá. Fólk sum skulu parkera bilin kunnu brúka hini almennu parkeringsplássini í miðbýnum.
El-bilaløðarin er tó tøkur at brúka fram til fríggjadagin klokkan 16.00.