TT

Vælkomin á jóansøku

19.06.2026

Góðu vágbingar, útisetar og gestir,

So er aftur jóansøka í Vági, og Vágsbygd er klár til eina av ársins stóru summarstevnum. Enn einaferð fara nógv fólk at savnast í okkara vakra bygd, har felags-skapur, mentan, átrúnaður, ítróttur og góðar upplivingar eru í hásæti.

Í ár er skráin bæði spennandi og fjølbroytt, og nógv er at gleða seg til. Eitt av tí, sum setur ein serligan dám á jóansøkuna, eru tey ungu, sum hava fingið húgvuna eftir lokið miðnám. Hjartaliga til lukku við hesum stóra avrikinum.

Tykur standa nú á gáttini til eitt nýtt tíðarskeið í lívinum, har tykur skulu finna tykra egnu lívsleið. Summi fara uttanlands at lesa og útbúgva seg, meðan onnur velja at halda fram her heima. Sum borgarstjóri ynski jeg tykon øllum góða eydnu á leiðini. Farið út í heim at ogna tykum vitan, royndir og lærdóm, men jeg vóni eisini, at nógv av tykum seinni venda heim aftur til Vágsbygd og eru við til at menna okra bygd við teimum førleikum og teirri vitan, sum tykur hava fingið.

Tað gongur væl í Vági, og okur síggja eina jaliga menning á mongum økjum. Bygdin hevur nógv góð frítíðartilboð til børn, ung, vaksin og eldri. Her eru ríkir møguleikar innan ítrótt, skótaarbeiði, átrúnarligt virksemi, umframt nógv onnur tilboð, sum skapa trivnað, felags-skap og innihald í gerandisdegnum. Hetta er ein styrki hjá okra bygd og eitt týðandi grundarlag undir einum góðum staðið at búgva og vaksa upp.

Jóansøkan er eisini tíðin, tá nógv útisetafólk venda heim til Vágs at vitja familju og vinfólk. Tað er altíð ein gleði at síggja kend andlit aftur í býnum og merkja tað sterka til-knýtið, sum so mong hava til heim-staðin, hóast tey búgva aðrastaðni.

Jóansøkan er ein av okkara mongu summarstevnum, og hon byggir í stóran mun á tað ríka felagslívið, sum okur hava í Vági. Aftanfyri hvørt tiltak standa sjálvboðin, feløg og einstaklingar, sum leggja nógva tíð og orku í fyrireikingarnar. Tykum øllum fari jeg at bera eina hjartans tøkk fyri tað arbeiði, tykur gera, so Jóansøkan kann verða so góð sum gjørligt.

Sum borgarstjóri er tað mær ein heiður at kunna bjóða vágbingum, ítróttarfólkum og gestum til Vágs. Okur vágbingar eru kendir fyri okra lætta lyndi, okra blíðskap, og jeg vóni, at øll fara at kenna seg vælkomin og fáa nakrar góðar og minniligar dagar saman við okum í Vági.

Við hesum ynski jeg øllum eina góða, hugnaliga Jóansøku.

Hjartaliga vælkomin til Jóansøkuna í Vági – og góða stevnu!

Bjarni Johansen, borgarstjóri


Deil á facebook