TT

Vit leita eftir undirvísarum til kvøldskúlaárið 2026/2027

11.06.2026

Hevur tú hug og orku til at undirvísa og deila tína vitan við onnur?

Vit leita eftir eldhugaðum undirvísarum til kommunala kvøldskúlan fyri skúlaárið 2026/2027.

Vit eru opin fyri ymiskum lærugreinum og virksemi – bæði skapandi, handaligt, málsligt, tøkniligt og kropsligt. Hevur tú eitt gott hugskot til eitt skeið ella eitt undirvísingartiltak, hoyra vit fegin frá tær.

Løn verður ásett sambært galdandi treytum fyri frítíðarundirvísing, sambært ásetingum frá Undirvísingarstýrinum.

Kvøldskúlin er eitt stað við læring, felagsskapi og menning, og vit leggja dent á góðan dám, dygd og góðar upplivingar fyri luttakararnar.

Hevur tú áhuga? Send eina stutta lýsing av tær sjálvum og tínum skeiðsuppskoti til [kvoldskulin@vagur.fo] í seinasta lagi 9. august 26.


Deil á facebook