TT

Nógv virksemi hjá Vágs Kommunu

11.06.2026

Í ár hevur nógv virksemi verið hjá Vágs Kommuna, har fleiri mál eru avgreidd, og onnur stór arbeiði eru í gongd. Samlaða myndin vísir eina kommunu í menning, har dentur verður lagdur á bæði trivnað, infrakervi og framtíðar møguleikar.

Ein stór uppraðfesting er framd í VB húsinum, har køkarnir eru dagførdir. VB húsið hevur tveir køkar – ein minni til dagligt brúk hjá feløgum, ið nýta húsið regluliga, og ein størri køk, sum verður nýttur til størri tiltøk. Hesin verður nógv brúktur til eitt nú Dansibandsfestivalurin, umframt brúdleyp og føðingardagar, sum verða hildin í Vágs høll og VB húsinum. Uppraðfestingin hevur gjørt umstøðurnar betri bæði til dagligt virksemi og størri samkomur.

Á ítróttarøkinum á Eiðinum eru eisini framstig hend. Nú eru ljós komin í ljósmastrarnar við fótbóltsvøllinum, sum gevur betri møguleikar at nýta økið alt árið, hóast arbeiðið enn ikki er heilt liðugt.

Stórt arbeiði hevur eisini verið gjørt við asfaltering í bygdini. Uttari partur av Vágsvegur og allur Fossavegur eru nú asfalteraðir, og harumframt eru nøkur smærri økir dagførd. Hetta bøtir munandi um bæði ferðslutrygd og trivnað. Arbeiðið við at asfaltera fleiri vegir heldur fram næsta ár.

Á Vágs havn er ein nýggjur 80 tons pullartur nú liðugur. Hetta ger tað møguligt at taka ímóti størri ferðamannaskipum, sum í vaksandi tali vitja Vág. 30. juli kemur ferðamannaskipið Deutschland, sum er umleið 180 metrar langt, sum fer at brúka nýggja pullartin.

Parkeringsviðurskiftini eru eisini bøtt, við at parkeringsplássið við Frelsunarherin er víðkað við 5–6 nýggjum plássum.

Eitt annað arbeiði er at gera gamla grótbrotið á Eiðinum klárt til moldmóttøku. Hetta er ein liður í at endurskapa økið til upprunaligan stand og samstundis tryggja betri umhvørvisligar loysnir.

Harumframt hevur Vágs Kommuna ognað sær Garðatún. Har er ruddað, og væntandi verður peningur settur av komandi ár til at fríðka økið enn meira. Hetta er enn eitt stig í arbeiðinum hjá kommununi at gera bygdina vakrari og meira innbjóðandi.

Vágs Kommuna arbeiðir støðugt við at fríðka bygdina, soleiðis at hon er klár at taka ímóti gestum og samstundis er eitt gott stað hjá borgarunum at búgva. Sambært borgarstjóranum Bjarna Johansen hava hesi arbeiði skapt nógvar jaligar ringvirkningar í bygdini.

Fleiri stór verkætlanir eru eisini í gongd. Ein tann týdningarmesta er prosjekteringin av einum auditorium í Vágs skúli, sum er um at verða liðug.

Í summar verða eisini tún og trappur við Vágs skúla dagførd. Samstundis verður gólvið í Vágs Høll tikið av í løtuni, og arbeiðið at leggja nýtt gólv á byrjar miðskeiðis í juli.

Samanumtikið hevur árið higartil verið merkt av nógvum virksemi. Bæði tey arbeiði, sum eru liðug, og tey, sum eru í gongd, vísa, at Vágs Kommuna arbeiðir miðvíst við at menna bygdina og skapa góðar karmar fyri framtíðina.



Deil á facebook