Summartónar: Fyrsta konsertin er við Una Debess & The Tomcats fríggjakvøldið
03.06.2026
Fyrsta summartónakonsertin er ein blúskonsert, sum verður Stóra Pakkhus fríggjakvøldið 5. juni.
Uni Debess & The Tomcats bjóða til eitt kvøld, har nýggir tónar møta tí feita blues-soundinum, sum eyðkennir bólkin. Teir spæla spildurnýtt tilfar, som ongantíð er framført live áður.
Uni Debess & The Tomcats eru ein av teimum mest royndu og vælumtóktu blues- og rootsbólkunum í Føroyum. Við rótum, sum stinga djúpt og einum jarðbundnum, men kraftmiklum úttrykki, hava teir virkað bæði heima og uttanlands í meira enn tveir áratíggju.
Konsertin byrjar kl 21.00 og kostar kr. 100,-.