TT

Vágsbygd í miðdeplinum tá Ocean Nova vitjar sunnudagin

02.06.2026

Sunnudagin 7. juni leggur ferðafólkaskipið Ocean Nova at í Vági við 75 ferðafólkum.

Skipið kemur á Vág klokkan 14:00, og longu klokkan 14:30 byrjar skráin hjá ferðafólkunum á landi. Skráin varar fram til áleið klokkan 19:00, áðrenn ferðafólkini fara aftur umborð klokkan 19:30 og síðan avstað aftur klokkan 20:00.

Hesaferð eru tað umboð frá Vágs Kommunu, ið samskipa túrin á landi í samstarvi við lokal feløg, fyritøkur og ferðaleiðarar. Skráin er sett saman við lokalum upplivingum og aktivitetum, soleiðis at ferðafólkini fáa møguleika at uppliva ein part av tí, sum Vágsbygd hevur at bjóða. Samstundis tryggjar hetta eisini, at inntøkurnar frá vitjanini verða lagdar eftir í bygdini.

Ferðafólkini fara millum annað at uppliva føroyskan dans, gongutúrar, ølsmakking og vitjan á søvnum í bygdini.

Ocean Nova er triðja ferðafólkaskipið, ið vitjar Vág í summar.


Deil á facebook