TT

Color Run í Vági

02.06.2026

Í dag verða tað tónleikur, rørsla og litir, sum seta sín dám á Vág, tá árliga Color Run verður hildið.

Í dag fara børn og ung at luttaka í Color Run, tá næmingar á Ítróttaháskúlanum, í Vágs skúla, Porkeris skúla og Sumbiar skúla fara at renna og ganga, meðan tónleikur spælir og ymiskir litir verða kastaðir á tey.

Color Run strekkir seg yvir hesi øki:

  • Við Smátturnar
  • Við Vatnið
  • Vesturi í Bø

Eisini skipar barnagarðurin Eikilund fyri Color Run. Hetta fer fram á útiøkinum kring barnagarðin.

Color Run í Eikilund byrjar klokkan 10, meðan Color Run fyri næmingarnar byrjar klokkan 11. Alt verður væntandi liðugt um 12-tíðina.

Vágs Kommuna heitir á bilførarar um at ansa eftir næmingunum og ynskir børnunum og teimum ungu eitt gott Color Run.


Deil á facebook