Solband setur gongd á fríggjakvøldið á Ljósfestini 2026
Fríggjakvøldið 14. august verður tað danski tónleikabólkurin Solband, ið fer at skapa hugna og góðan stemning í teltinum á Ljósfestini í Vági. Við á pallinum verður eisini vágbingurin Jan Wøldike.
Solband varð stovnað í 2017 og hevur síðani spælt nógv kring Danmark. Teir eru kendir fyri sín lívliga og hugnaliga stíl, har rockur, soul og blues verða blandað saman í vælkendar cover-sangir, sum fáa fólk bæði at lurta, syngja við og fara á gólvið.
Bólkurin hevur fleiri ár á rað spælt til vælumtóktu Solbjerg Byfest uttanfyri Aarhus – ein býur, sum ofta verður nevndur sum ein av størstu tónleikamiðstøðunum í Danmark. Á Facebook-síðuni hjá Solbjerg Byfest verður Solband lýst sum bólkurin, ið altíð skapar “klassiska og hugnaliga Solband-stemningin” á festivaløkinum.
Umframt festivalar spælir Solband eisini til brúðleyp, føðingardagar og onnur tiltøk, har góður livandi tónleikur stendur ovast á ynskilistanum.
Manningin í Solband er: Jan Wøldike – sang, Morten Elkjær – guitar og kór, Henning Jensen – saxofon, Anders Hansen – bass, Andreas Skytte Boes – trummur.
Jan Wøldike hevur spælt tónleik, síðani hann var smádrongur. Hann byrjaði sítt tónleikalív bæði í Vági og í Eysturoynni, har hann serliga spældi trummur. Men eftir at hann flutti til Danmarkar, hevur tónleikurin fylt enn meira í gerandisdegnum. Jan er eisini umframt, at spæla tónleik, ein sera dugnaligur listamaður
Nú vendir hann aftur til heimbygdina fyri at spæla á Ljósfestini í Vági – og tað gleða vit okkum nógv til.
Vit ynskja Jan Wøldike og Solband hjartaliga vælkomnum til Ljósfestina 2026.