TT

MS Expedition komið til Vágs

30.05.2026

Í morgun klokkan 06:30 stóðu arbeiðsfólk hjá Vágs Kommunu klár á djúphavnini at taka ímóti ferðafólkaskipinum MS Expedition, sum vitjar í Vági í dag.

Umborð eru 96 ferðafólk og 70 starvsfólk. Longu klokkan 08:00 fóru ferðafólkini ein busstúr kring oynna, har tey fáa høvi at uppliva føroysku náttúruna. Tey verða aftur í Vági klokkan 12:00.

MS Expedition varð bygt í 1972 og hevur gjøgnum árini verið brúkt til ymiskar ekspeditiónsferðir kring heimin. Skipið er serliga kent fyri smærri og meira nærverandi ferðaupplivingar, har ferðafólkini koma tætt upp á náttúru og lokalsamfeløg.

Skipið liggur í Vági til klokkan 18:00, og tí fara ferðafólkini eisini at síggjast runt í bygdini seinnapartin. Í sambandi við vitjanina hava millum annað Vesturgarður, Heimavirkið og Biskupskelda opið til klokkan 17:00.

Vónað verður, at bæði gestir, vinnulív og heimafólk fáa gleði av vitjanini í mjørkanum í Vági í dag.



Deil á facebook