Vinnan á vitjan 2026
Fríggjadagin 6. mars verður vinnutiltakið Vinnan á vitjan hjá Vágs Kommunu aftur hildið í Vágs skúla.
Hetta er fimta árið á rað, at tiltakið verður skipað. Síðani 2022 hevur Vinnan á vitjan staðið á, sum eitt fast vinnutiltak í kommununi. Her kunna næmingar í Suðuroynni fáa høvi at hitta umboð fyri ymiskar fyritøkur og stovnar í oynni og fáa innlit í arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar.
Á tiltakinum kunnu næmingar hitta fyritøkur og stovnar, og í ár eru eisini nakrar fyritøkur við, sum ikki hava verið partur av tiltakinum áður. Hetta gevur næmingunum enn breiðari innlit í vinnulívið og vísir á fjølbroyttu møguleikarnar, sum eru í Suðuroynni.
Umframt básar við fyritøkum verða eisini stuttar framløgur, har umboð greiða frá um sítt arbeiðsøki, gerandisdag og útbúgvingarleiðir. Endamálið er at geva næmingum íblástur og eitt betri grundarlag fyri komandi valum.
Tiltakið verður hildið í Vágs skúla og byrjar klokkan 10:00 við framløgum. Básarnir hjá fyritøkunum lata upp klokkan 11:00.
Vágs Kommuna gleðir seg at bjóða næmingum og vinnulívi til Vinnan á vitjan 2026.