
Fleiri stórmál vóru samtykt til býráðsfundin í Vági
Býráðið hevur avgjørt at fara undir fleiri spennandi verkætlanir innan mentanarøkið.
Hetta merkir, at fleiri av teimum stóru ætlanunum, sum hava verið ávegis leingi, nú eru næstan komnar á mál. Tó skullu onkrar smávegis broytingar til.
Nýggjur køkur í VB-húsinum
Vágs býráð samstykti á býráðsfundi tórskvøldið 25. septembur, at játta pengar til ein nýggjan køk til VB-húsið.Talan verður um ein nýmótans stórkøk, har tað fer at bera til at matgera til størri tiltøk.
Gamli køkurin í VB-húsinum var vorðin gamal, og neyðugt var at skifta gomlu ovnarnar út. So mett var, at nú var tíðin komin til at dagføra allan køkin, so hann er meira nútíðarhóskandi.
Herfyri vóru vesini í VB-húsini gjørd av nýggjum, og ætlanin er at dagføra fleiri rúm í VB-húsinum so hvørt. Í sjálvari høllini verður gólvið skift. Eftirfylgjandi mugu ábøtur gerast við ljóðviðurskiftinum í høllini.
Auditorium/Mentanardepil í Vágs skúla
Vágs Býráð hevur áður samtykt at gera auditorium, ið skal fíggjast við lántøku, og nú er nærum komið á mál. Ein broyting kom í málið beint eftir jól, tí mett varð, at neyðugt var at gera eina móttøku til auditorium. Eftirfylgjandi er verkætlanin skitsera av nýggjum, og sigast má, at tað varð rætta loysnin at byggja auditorium og móttøku samstundis.
Verkætlanin er nú komin somikið langt, at klárt er at bjóða arbeiðið viðv. sjálvari móttøkuni til auditorie út.
Tað stendur púra greitt, at Vágs skúli trongir harðliga til ábøtur og uppraðfestingar fyri at kunna rúma øllum virkseminum sum er í Vágs skúla. Umframt at tørvurin hjá næmingum, lærarum og øðrum starvsfólkum broytist skjótt, eru aðrar funktiónir í skúlanum, ið eisini viðvirka til, at skúlin má dagførast.
Verkætlanin um auditorie er ikki eitt nýtt mál hjá Vágs Býráð, og var fyrstu ferð á skrá fyri nøkrum áðrum síðani. Síðani hava Mentamálanevndin og bygginevndin fyri auditorie arbeitt miðvíst við málinum hesi seinastu trý árini. Nú skal endaligi byggikostnaðurin staðfestast soleiðis, at peningur verður settur av. Auditorie kemur fyrst og fremst skal tæna skúlanum, men ætlanin er, at allir vágbingar skulu njóta gott av tí og fáa góðar løtur í nýggja mentanardeplinum.
Tað var einmælt samtykt, at heita á Teknisku deild um at fáa gjørt endaligar byggitekningar við endaligum kostnaði uppá alt arbeiði viðvíkjandi auditorium/ mentunardepli í Vágs skúla. Síðan skal alt arbeiði bjóðast út.
Hesin fyrsti partur skal vera liðugur miðskeiðis í november, og verður fíggja av innistandandi fyri 2025. Tá ið kostnaðurin er endaliga staðfestur til eitt útbjóðingartilfar, skal Vágs býráð taka upp lán, eftir hesi metan. Hettar fyri at gjøgnumføra alla ætlanina. Hettar verdur eisini framt í samband við Fíggjarætlanararbeiðið 2026.
Bæði Bjarni Johansen, borgarstjóri,og Levi Mørk, varaborgarstjóri og sum eisini er formaður í Mentamálanevndin, fegnast um hesu stóru mál, sum nú eru komin somikið langt, at farast kann undir sjálvt arbeiðini í næstum.
Ljósmeistrar á Eiðinum
Onnur stórmál hjá Vágs kommunu, vóru eisini á skrá til býráðsfundin í kvøld. Talan er um tiltrongdu og kravdu ljósmeistrar til fótbóltsvøllin á Eiðinum. Har skulu onkrar broytingar gerast, so endalig støða kann takast til komandi býráðsfund.

