TT

Fleiri enn 140 ferðafólk umborð á seglbátum í Vági í summar

25.09.2025

Vitjan av seglbátum er mest sum hæsa av fyri í ár. Í alt hava 59 seglbátar lagt leiðina framvið Vágs Havn í summar, við tilsamans umleið 140 fólkum umborð. Fyrsti seglbáturin kom í byrjanini av mai, og síðsti fór avstað hálvan september.

Bátarnir hava uppruna úr 14 ymiskum londum, serliga Bretlandi og Fraklandi, og flestir hava siglt úr Stornoway áðrenn teir komu til Vágs.

Ferðafólkini hava vanliga ligið nakrar dagar í Vági. Afturmeldingarnar hava verið jaligar, og fleiri hava valt at steðga á aftur, annaðhvørt eftir at hava vitjað aðrar havnir í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Arbeiðið við at menna tænasturnar í Vágs Havn heldur fram, soleiðis at okur framvegis kunnu bjóða eina góða og væl skipaða móttøku fyri seglbátar.


Deil á facebook