TT

Læruríkir dagar í Ísafjørðinum

06.08.2025

Ferðin í Ísafirði líður nú móti endanum, og dagarnir hava verið bæði spennandi og læruríkir.

Okur byrjaðu við vitjan á havnaskrivstovuni, har Hilmar, havnarstjóri, og Heimir G. Hansson, deildarstjóri á umhvørvis- og framkvæmdadeildini, tóku ímóti og greiddu frá arbeiðinum við at taka ímóti ferðafólkaskip. Ísafjørður – ein býur við umleið 2.500 íbúgvum – tekur ímóti næstan 200 cruiseskipum yvir summari, og hevur bygt eina skipan upp, har alt riggar sum ein eind. Uml. 90% av ferðafólkunum, ið vitja Ísafjørð árliga, koma við ferðafólkaskipum.

Bussar og ferðaleiðarar hava fast pláss á nýgjørdu kai’ini,og harumframt er pláss til at selja heimavirkaða vøru í smáttum, ið kommunan leigar út til teirra. Havnin forvinnur áleið 40 mio. kr. tá cruise sesongin er. Dagliga starvast 10 fólk hjá Ísafjarðar havn og um summarið økist starvsfólkahópurin við fimm fleiri.

Á nýggju 500 metra longu havnini sóu okur eitt skip í gjár við 930 ferðafólkum leggja at – og hóast stóra talið av fólki, gekk alt væl og friðarliga fyri seg. Tað merkist ikki, at næstan 1.000 fólk vóru komin í land.

Í dag komu tvey stór skip í Ísafjørð: Mein Schiff 3, sum legði at bryggju, og Celebrity Silhouette, sum legði til akkers og brúkti smábátar at føra ferðafólk til lands. Tilsamans komu yvir 5.000 ferðafólk til býin. Hóast tað, gekk alt væl – við søluvognum, ferðaleiðarum, túrum og eini miðbýargøtu, sum verður stongd fyri bilum, so hon gerst gongugøta. Skipanin er greið, og øll eru til reiðar.

Okur hava eisini hitt Guðmund M. Kristjánsson, fyrrverandi havnarstjóra, sum hevur havt ein stóra lyklaleiklut í at menna cruise ferðavinnuna í býnum. Hann starvast framvegis sum loðsur um summarið. Hann fortelur, at nógv er broytt hesi árini, og spurdur hvussu tey hava arbeitt seg frá einum ferðamannaskipi til nærum 200 svarar hann, at tað er hugburðurin ið er alt avgerandi, og at tey hava altíð trúð uppá, at tey kundu loysa allar uppgávurnar, ið fylgja við cruisevinnuni.

Eisini fingu okur eitt gott prát við Sigríði J. Brynleifsdóttir, borgarstjóra, sum greiddi frá broytingunum í býnum. Ísafjørður hevur áður verið ein fiskibýur, men tá fiskiloyvini vórðu seld og skipini fóru av fjørðinum, minkaði íbúgvaratalið ár fyri ár. Nú hevur cruisevinnan skapt arbeiðspláss og inntøkur – og býurin veksur aftur, við eini fólkavøkstri á umleið 2% um árið.

Vitjanin hevur higartil víst okkum, hvussu nógv ber til – og hvussu týdningarmikið tað er at hava eina greiða skipan, gott samstarv og eina burðardygga tilgongd í arbeiðinum við cruisevinnuni.

Í fjør kom eitt kom eitt ferðamannaskip á Vág og í ár komu seks skip, og eitt avlýsti fyri veður. Vágs Havn fer at arbeiða við at menna okkara cruiseferðavinnu so talið av skipum økist.

 



Deil á facebook