
Tinganes á pallinum til Ljósfestina í Vági fríggjakvøldið 15. august
06.05.2025
Vágs kommuna skipar fyri stóru og fjølbroyttu Ljósfestini í døgunum 15., 16. og 17. august – eitt vikuskifti við mentan, tónleiki og trivnaði í hásæti.
Fríggjakvøldið 15. august verður hugnaligt kvøld í stóra tjaldinum, har livandi tónleikur, heiðran av vágbingum og hugnalig samvera eru á skránni. Vit eru sera fegin um at kunna avdúka, at Tinganes – ein av størstu tónleikabólkunum í føroysku tónleikasøguni – verður á pallinum hetta kvøldið!
Við sínum óteljandi hittum og sermerktu stíli hava Tinganes í fleiri áratíggir sungið seg beint inn í hjørtuni á okkum øllum
Set kross í kalendaran og ver við, tá Ljósfestin í Vági fer av bakkastokki – og ikki minst, tá Tinganes setir tjald-loftið í røring fríggjakvøldið 15. august!