TT

Árliga framsýningin hjá Vágs kvøldskúla

06.05.2025

Nú kvøldskúlaárið nærkast endanum, bjóðar Vágs kvøldskúli øllum hjartaliga vælkomin til árligu framsýningina, sum verður í Miðlatúni fríggjadagin 23. og leygardagin 24. mai.

Her fær tú møguleikan at uppliva dygd, skapandi evni og fáa íblástur frá næmingunum, sum hava luttikið á ymsum handaligum skeiðum. Tú kanst síggja alt frá veving, hondarbeiði og seyming til listarligt arbeiði við glasi, horni, silvuri og akvarellmáling

Framsýningin er opin:

Fríggjadagin frá kl. 12.00 til 18.00
Leygardagin frá kl. 10.00 til 14.00


Móttøka verður fríggjadagin frá kl. 16.00–18.00, har tey, sum hava staðið royndina í dugnaskapi, fáa handað sítt prógv. Vit bjóða eisini ein drekkamunn og eina hugnaliga løtu saman við næmingum og lærarum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.


Deil á facebook