TT

Fleiri velja at arbeiða úr Vági – nú eru sjey leigarar í skrivstovulandslagnum

15.04.2025

Tíðliga í 2024 varð ein nýggj tænasta sett í verk í Vági, skrivstovulandslagið, har fólk kunnu leiga skrivstovupláss eftir tørvi. Fýra fyritøkur vístu skjótt áhuga og valdu at húsast í hølunum í miðbýnum, og síðani hevur gongdin verið støðugt jalig.

Frá 1. september 2025 legst enn ein leigari afturat, ein suðuroyingur, ið arbeiður hjá fyritøku aðrastaðni í Føroyum. Hetta merkir, at nú verða sjey leigarar knýttir at skrivstovulandslagnum. Harav tveir eru fluttir til Suðuroynna og arbeiða fyri arbeiðsgevarar aðrastaðni í Føroyum og í Danmark.

Við skrivstovulandslagnum hevur Vágs kommuna gjørt tað møguligt, at vera búgvandi í oynni og samstundis hava eitt starv, ið ikki er staðsett lokalt. Hetta gevur fólki størri frælsi og fleiri møguleikar, og talið av leigarum vísir, at hesin møguleikin verður væl móttikin.

Skrivstovulandslagið er framvegis í menning, men gongdin higartil gevur góðar vónir, bæði fyri tey, sum longu nýta tænastuna, og tey, sum í framtíðini leita eftir einari loysn, har arbeiði og bústaður ikki noyðast at vera á sama stað.


Deil á facebook