
Summartónar í Vági
Aftur í ár verða Summartónar í Vági. Tað verða trýggjar konsertir á ymiskum spælistøðum í bygdini. Fyrsta konsertin verður í Stóra Pakkhús 10. mai, tá kendi bólkurin Deiggj kemur at framføra. Teir byrja klokkan 20.00 og kostnaðurin er kr 150,-.
Tann 18. juni verður konsert í Vágs kirkju. Tað er Eli Tausen á Lava sum hevur konsert. Eli er serliga kendur fyri sítt inniliga klaverspæl. Konsertin byrjar kl 20.00 og er ókeypis.
Seinasta konsertin verður eisini í Vágs kirkju og er tann 17. Juli. Tá koma Jože Kotar (klarinett), Luca Ferrini (klaver) at hava konsert klokkan 20.00, konsertin er ókeypis.
Summartónar byrjað í maimánað og enda í septemburmánað. Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld við Kristiani Black á odda, sum stendur fyri Summartónum. Summartónar fekk í 2024 FMA-heiðurin sum Ársins átak í 2024.
Vágs Kommuna er ein av stuðlunum hjá Summartónum.
Skráin hjá Summartónum sæst talgilt her